Forsíðan
Tíðindi
Endamálsorðing
Vindmyllu-Atlas
Norður Atlantiska
samstarvið
Ráðstevnur
Verkætlanir
Samstarvsfelagar
At taka niður
Spurningar og svar

Føroya Nýorka er ein felagsskapur ið virkar fyri, at reinar og varandi orkukeldur fáa so góðar sømdir sum møguligt, og møguleika fyri at gera seg galdandi og menna seg í Føroyum og aðrastaðni.

Føroya Nýorka tekur virknan lut í rástevnum, úti og heima; fremur upplýsingar- arbeiði og samskifti við mynduleikar, stovnar, fyritøkur og persónar, og ger sína ávirkan galdandi við m.a. at leggja ávíst trýst á mynduleikar og stovnar, fyri at vinna varandi orkuni ta plássið, hon hevur uppiborið.

Hóast Føroya Nýorka eisini beinleiðis setur ávísar verkætlanir á dagsskránna, so virkar felagsskapurin eisini fyri, og ger sína ávirkan á, at feløg og persónar sleppa at útinna slíkar verkætlanir, ið tæna landi og fólki - bæði náttúrufrøðiliga og búskaparliga.

Tað er vón okkara, at mynduleikar og stovnar taka væl undir við hesum týðandi stigið, fram ímóti, at Føroyar gerast sjálvberandi við reinari og bíligari orku í framtíðini, okkum øllum at gagni.

Føroya Nýorka samstarvar við týðandi útlendskar felagsskapir og fyritøkur.

Leistur hjá Føroya Nýorka®

  • Planlegging, vindorkuskipanir, aldukanningar, sólorkuverkætlanir

  • Verkætlan um Vetni infrastruktur og orkutilfeingi

  • At ætla um stigvísa gongd til nýggja tøkni

  • Verkætlan um Vetni til bátar og skip

  • Framleiðsla og útflutningur av Vetni og Súrevni


 

   FIWEA er limur í:

Faroe Islands Wind Energy Association · P.O.Box 1156 · FO-100 Tórshavn
E-mail:
Copyright © 2003 Faroe Islands Wind Energy Association - FIWEA. All rights reserved.
FIWEA, Faroe Islands Wind Energy Association and Faroe Islands New Energy - FINE are registered trademarks.
Tygum eru vitjandi nr. 60620  (71296 hits) síðani 2. des. 2003.  Dagførd: 18. apr. 2006